Iðranarrættur
Vørur, sum hava avmarkaða livitíð, so sum blómur, matur o.a., verða ikki tiknar aftur. Er tó okkurt óhapp hent, set teg í samband við okkum beinanveg.
Niðursett vøra kann ikki iðrast ella umbýtast.
Onnur keyp kunnu iðrast ella umbýtast innan 14 dagar saman við kvittan. Vøran skal vera í sama standi, sum tá hon varð keypt og skal vera óupplatin og óbrúkt.
Vøran skal sendast til:
Flora, Klaksvíksvegur 54, 700 Klaksvík
Kostnaður av at senda vøru retur verður goldin av keypara.
Peningur verður fluttur aftur á konto tá vøran er komin retur.