Keypstreytir
Prísir
Allir prísir er í føroyskum krónum (DKK), íroknað 25% mvg, um ikki annað er tilskilað.
Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum, prentvillum og útseldum vørum.
Prísirnir eru bert galdandi í Føroyum.
Bílegging
Tygum bíleggja við at skriva allar týðandi upplýsingar í útfyllingarteigarnar.
Teigarnir fyri navn, bústað, bygd/bý, teldupostadressu og telefon skulu útfyllast.
Bíleggingarváttan verður send til teldupostadressuna.
Eftir bíleggingarmóttøku er avgreiðslutíðin í Klaksvík vanliga 1 yrkadagur ella sama dag, um bíleggingin er framd innan kl. 12.00. Kring landið er avgreiðslutíðin upp til 2-3 yrkadagar.
Kring landi blíva vørurnar sendar út Mánadag til Fríggjadag, við flutningsfyritøkum. Og til oyggjar Mánadag til Hósdag.
Aðrar treytir eru galdandi fyri vøru til jarðarferðir, ring á tel. 455115.
Er vøran ikki á goymslu, fáa tygum boð gjøgnum telefon ella teldupost.
Gjaldsháttur
Vit taka bert í móti gjaldskortum á nethandlinum. Tygum skriva inn kortnummar, endadag og eftirlitstal, tá bílagt verður. Harvið loyva tygum Floru at taka upphæddina av kontu tygara. Upphæddin verður ikki tikin av kontuni, fyrr enn vøran er send.
Vit taka í móti fylgjandi kortum:
- Dankort
- Visa
- Visa - Dankort
- MasterCard
- Visa Electron
Gjaldskortupplýsingar
Tá tú keypir á flora.fo, verða upplýsingar um gjaldskortið viðgjørdir hjá QuickPay, sum er ein trygg gjaldsloysn fyri online gjaldingar. Hetta merkir, at allar gjaldingar eru tryggar og bronglaðar. Kundin verður víðaristillaður til gjaldsrút, har tú skalt vátta títt keyp. Tað virkar á tann hátt, at tú fært eitt sms, tá ið tú meldar til, og fyri at gjøgnumføra bílegginina, so skulu tølini frá SMS'inum skrivast í ein rút.
Hetta krevur tó, at øll, sum vilja keypa á netinum, skulu melda seg til 3D-secure hjá sínum banka. Hetta er fyri at betra um trygdina, tá ið ein brúkar gjaldskort á netinum.
Veitingarhættir
Áðrenn bíleggingin verður send til avgreiðsluna, velja tygum veitingarhátt.
1. Útkoyring
2. Avheintan
Váttan fyri móttøku
Tá bílegging er gjørd, fáa tygum sendandi váttan fyri móttøku av bíleggingini.
Gjaldstreytir
Gjaldast skal við gjaldskorti