Treytir við útflýggjan

Tygum bíleggja við at skriva allar týðandi upplýsingar í útfyllingarteigarnar.
Teigarnir fyri navn, bústað, bygd/bý, teldupostadressu og telefon skulu útfyllast.
Bíleggingarváttan verður send til teldupostadressuna.

Eftir bíleggingarmóttøku er avgreiðslutíðin í Klaksvík vanliga 1 yrkadagur ella sama dag, um bíleggingin er framd innan kl. 12.00. Kring landið er avgreiðslutíðin upp til 2 yrkadagar.

Aðrar treytir eru galdandi fyri vøru til jarðarferðir, ring á tel. 455115.

Er vøran ikki á goymslu, fáa tygum boð gjøgnum telefon ella teldupost.